9.ORMURIN LANGI

Reviews
Shared by: manuel velasco
Categories
Tags
Stats
views:
750
rating:
not rated
reviews:
0
posted:
10/8/2008
language:
pages:
0
ORMURIN LANGI (La Larga Sierpe) ®Traducción del feroés de Mariano González Campo ORMURIN LANGI LA LARGA SIERPE 1 Viljið tær hoyra kvæði mítt, Viljið tær orðum trúgva, Um hann Ólav Tryggvason, Hagar skal ríman snúgva. (Niðurlag) Glymur dansur í høll, Dans sláið í ring! Glaðir ríða Noregsmenn Til Hildar ting. 1 ¿Queréis escuchar mi balada? ¿Queréis mis palabras creer? Sobre Ólavur, hijo de Tryggvi, Esta rima versará. (Estribillo) Retumba la danza en la sala, ¡Al danzar formad un círculo! Alegres cabalgan los noruegos Hacia la asamblea de Hild1. 2 Kongurin letur snekkju smíða, Har á sløttum sandi; Ormurin langi størstur var, Sum gjørdist á Noregs landi. 3 Knørrur var bygdur á Noregs landi Gott var í honum evni: Sjúti alin og fýra til Var kjølurin millum stevna. 4 Forgyltir vóru báðir stavnar, Borðini vóru blá, Forgyltan skjøld í toppi hevði, Sum søgur ganga frá. 5 Kongurin situr í hásæti, Talar við sínar dreingir: “Vit skulu sigla tann salta sjógv, Tað havi eg hugsað leingi.” 6 “Berið nú fram tey herklæðir Við brynjum og blonkum brandi, Síðani leggið frá landi út, Og siglið frá Noregs landi!” 2 El rey hace un barco construir, Allá en la lisa arena; La Larga Sierpe la mayor era Que se construyó en Noruega. 3 La nave fue construida en Noruega, Buenos eran sus materiales: Setenta y cuatro codos Tenía la quilla de proa a popa. 4 Dorados eran ambos extremos, Los flancos eran azules, Un dorado escudo en la cima tenía, Como las historias narran. 5 El rey está sentado en el trono, Habla con sus héroes: “Surcaremos la salada mar, Lo he pensado mucho tiempo.” 6 “¡Traed ahora las armaduras, Con lorigas y relucientes espadas, Después disponeos a salir del país Y zarpad de Noruega!” 7 Fróir og glaðir sveinar mæltu: “Harri, vit skulu tær fylgja, Umenn tú fert í frið ella stríð, Vit óttast ei brattar bylgjur.” 8. Har kom maður á bergið oman Við sterkum boga í hendi: “Jallurin av Ringaríki Hann meg higar sendi.” 9 Kongurin so til orða tekur Bæði við gleði og gamni: “Sig mær satt, tú ungi maður, Hvat ert tú nevndur at navni?” 10 “Einar skalt tú nevna meg Væl kann boga spenna; Tambar eitur mín menskur bogi, Ørvar drívur at renna.” 11 “Hoyr tú tað, tú ungi maður, Vilt tú við mær fara, Tú skalt vera mín ørvargarpur Ormin at forsvara.” 12 Ganga teir til strandar oman, Ríkir menn og reystir, Lunnar brustu og jørðin skalv: Teir drógu knørr úr neysti. 13 Vundu upp síni silkisegl, Út í havið ganga: So er sagt, at kongurin Hann stýrdi Orminun langa. 14 Hetta frættist víða um land, At Noregs menn teir sigldu; Danmarks kongur og Svøríkis kongur Ráðini saman hildu. 7 Alegres y contentos los chicos dijeron: “Señor, te acompañaremos, Ya vayas a la paz o a la guerra, No tememos las bruscas olas.” 8 Descendió un hombre a la peña Con un fuerte arco en la mano: “El conde de Ringaríki2 Hacia aquí me envió.” 9 El rey así a decir empieza Con alegría y júbilo: “Díme la verdad, muchacho, ¿Cómo te llamas de nombre?” 10 “Einar has de llamarme, Bien puedo el arco tensar; Tambar se llama mi bravo arco, Flechas impulsa a correr3.” 11 “Escucha, joven hombre, Si quieres conmigo venir, Tú serás mi arquero Para la Sierpe defender.” 12 Descienden a la costa, Hombres poderosos y bravos, Los rodillos crujieron y la tierra tembló: Sacaron la nave del cobertizo. 13 Izaron sus velas de seda, A la mar se echan: Se dice que el rey Gobernaba la Larga Sierpe. 14 Escuchóse por todo el país Que los noruegos navegaban; El rey de Dinarmarca y el rey de Suecia Consejo juntos celebraron. 15 Danumarks kongur og Svøríkis kongur Ganga saman í ráð, Hvussu teir skuldu Noregs kong Skjótt av døgum fá. 16 Senda boð til Eirik jall, Vænur er borin til evna: “Hann skal fylgja í ferðini við, Sín faðirs deyð at hevna.” 17 Eirikur gongur for kongar inn Við brynju og reyðum skjoldi: “Ólavur kongur av Noregi Mín faðirs deyða voldi.” 18 Jallurin stendur á hallargólvi, Blankt bar spjót í hendi: “Ólavur kongur síggja skal, Eg hvast mót hvøssum vendi.” 19 Ganga teir til strandar oman, Fagurt var tað lið, Danumarks kongur og Svøríkis kongur Og Eirikur jall tann triði. 20 Tríggir gingu skipaflotar Út av Oyrasundi, Jarnbardur í odda sigldi, Jallurin stýra kundi. 21 Danumarks kongur til orða tekur, Letur so orðini greiða: “Hann, ið Ormin langa tekur, Skal hann við ognum eiga.” 22 Eirikur hugsar við sjálvum sær: “Tó at tú manst tað royna, Tú vinnur ikki Ormin langa Við danskari makt aleina.” 15 El rey de Dinamarca y el rey de Suecia Van juntos a deliberar Cómo ellos deberían al rey de Noruega Rápidamente la vida quitar. 16 Envían un mensaje al conde Eirikur, Bello es de naturaleza, “Nos acompañará en el viaje Para la muerte de su padre vengar.” 17 Eirikur entra do los reyes Con loriga y rojo escudo: “El rey Ólavur de Noruega La muerte de mi padre causó.” 18 El conde se halla en suelo de palacio, Una reluciente lanza portaba en mano: “El rey Ólavur verá que lo afilado a lo afilado dirijo.” 19 Descienden ellos a la costa, Hermosa era aquella tropa, El rey de Dinamarca y el rey de Suecia Y el conde Eirikur el tercero. 20 Tres flotas de barcos zarparon Desde Oyrasund4, Jarnbardur5 a la cabeza navegaba, El conde gobernarlo sabía. 21 El rey de Dinamarca a decir empieza, Estas palabras él profiere: “El que la Larga Sierpe tome Con nadie la compartirá.” 22 Eirikur piensa para sus adentros: “Aunque tú lo intentes, No vencerás a la Larga Sierpe Con fuerzas danesas solamente.” 23 Mælti tað Svøríkis kongurin, Hann helt á brýndum knívi: “Eg skal Ormin langa taka, Um enn tað kostar lívið.” 24 Eirikur stendur á breiðum bunka, Klæddur í skarlak reyða: “Tú tekur ikki Ormin langa, Fyrr síggi eg tín deyða.” 25 Eirikur talar til sínar menn: “Kempum munuð tit møta; Standið væl og manniliga, Tí blóðug verður gøta.” 26 “Noregs menn á kongins knørri Kunna væl beita knívi: Gangið væl fram í hørðum stríði, Ella vit lata lívið!” 27 Eirikur talar til Finn hin lítla: “Tú skalt hjá mær standa; Tú skalt verja sjálvan meg, Um enn eg komi í vanda.” 28 Løgdu teir á sundið út, Bíðaðu teir har leingi, Longdust eftir norskum knørrum, At berjast mót Noregs kongi.” 29 Løgdu teir á sundið út, Ætlaðu sær at vinna, Hildu vakt bæði nátt og dag, Normenn vildu teir finna. 30 Nú skal lætta ljóði av, Eg kvøði ei longur á sinni; Nú skal taka upp annan tátt; Dreingir, leggið í minni! 23 Dijo el rey de Suecia, Sostenía un afilado cuchillo: “Tomaré la Larga Sierpe, Aunque cueste la vida.” 24 Eirikur se halla en la ancha cubierta, Vestido de roja escarlata: “No tomarás la Larga Sierpe Hasta que vea yo tu muerte.” 25 Eirikur les dice a sus hombres: “Con campeones os encontraréis; Resistid bien y virilmente Pues de sangre será el camino.” 26 “Los noruegos de la nave del rey Saben bien blandir el cuchillo: ¡Proceded bien en la dura batalla O perderemos la vida!” 27 Eirikur le dice a Finnur el Pequeño: “Tú junto a mí permanecerás; Tú me protegerás a mí Si me meto en problemas.” 28 Salieron hacia el estrecho, Esperaron allí mucho tiempo, Aguardaron largo a las naves noruegas Para luchar contra el rey de Noruega.” 29 Salieron hacia el estrecho, Tenían intención de vencer, Mantuvieron guardia noche y día, A los noruegos querían encontrar. 30 Ahora cesará este sonido, No recitaré más por esta vez; Ahora comenzará el segundo cantar6; ¡Muchachos, recordadlo! 31 Ólavur siglir í Eysturhavi, Ætlar heim at fara; Tá ið hann kom í sundið fram, Hann sær ein skipaskara. 32 Høvdingar tríggir á landi standa, Hyggja út so víða, Sunnan síggja teir knørrin prúða Eftir havi skríða. 33 Danumarks kongur til orða tekur: “Alt mær væl skal ganga; Krist signi míni eygur tvey, Nú síggi eg Ormin langa.” 34 Eirikur stóð har skamt ífrá, Talar til sínar menn: “Kongurin av Danumark Hann sær ikki Ormin enn.” 35 Har kom fram ein størri knørrur, Dreingir undraðust á, Svøríkis kongur til jallin talar: “Nú man eg Ormin sjá.” 36 “Leggið nú skip frá landi út, Árar í hendur taka, Latið ei Ólav sleppa so, Fáan hann heldur sín maka!” 37 Eirikur hyggur í havið út, Talar til sínar menn: “Tað svørji eg við sannan Gud, Teir síggja ei Ormin enn.” 38 Danumarks kongur og Svøríkis kongur Halda á skefti reyða: “Eirikur jallur ræddur er At hevna sín faðirs deyða.” 31 Ólavur navega por el Mar del Este7, Pretende a casa ir; Cuando se adentró en el estrecho Ve un grupo de barcos. 32 Tres caudillos en tierra se hallan, Otean por doquier, Desde el sur ven a la hermosa nave La mar surcar. 33 El rey de Dinamarca a decir empieza: “Todo me irá bien; Que Cristo bendiga mis dos ojos, Ya veo a la Larga Sierpe.” 34 Eirikur se hallaba allí cerca, Les dice a sus hombres: “El rey de Dinamarca No ve a la Sierpe aún.” 35 Avanzaba una gran nave, Los héroes se sorprendieron, El rey de Suecia al conde dice: “Ahora a la Sierpe veo.” 36 “Alejad el barco de tierra, Los remos en las manos coged, ¡No dejéis a Ólavur escabullirse, A pocos considera sus iguales!” 37 Eirikur otea la mar, Les dice a sus hombres: “Lo juro por el verdadero Dios, No ven a la Sierpe todavía.” 38 El rey de Dinamarca y el rey de Suecia Sujetan el rojo mango: “El conde Eirikur miedo tiene De vengar de su padre la muerte.” 39 Vreiður var tá jallurin, Hann mælir av illum sinni: “Annað skal enn orðabrask Noregs menn at vinna.” 40 Eirikur stendur á grønum vølli, Tekur nú til at ganga: “Verið nú snarir á skipabunka, Nú síggi eg Ormin langa!” 41 Allir sóu tá Ormin koma Allir undrast á hann, Av silki vóru seglini, Og stevnið í gulli rann. 42 Løgdu teir seg í vegin fram Bæði við svørðum og spjóti, Normenn sóu á Orminum, Teir ivast at halda í móti. 43 Ólavur talar til sínar menn: “Dýrt skulu teir meg keypa, Ongan tíð tá ræddist eg stríð, Í dag skal eg ikki leypa.” 44 “Leggið nú skip í stríðið fram, Segl á bunka strúka, Tað skal síggjast, at Noregs menn Teir kunna væl svørðini brúka.” 45 Úlvur reyði í stavni stendur, Gott var í honum evni: “Leggið ei Ormin longri fram, Sum hann hevir longri stevni.” 46 Kongurin stendur í lyfting aftur, Í skarlak var hann klæddur: “Nú síggi eg, mín stavnamaður Er bæði reyður og ræddur.” 39 Airado estaba el conde, Dice con mal ánimo: “Con más que bravuconadas A los noruegos se vencerá.” 40 Eirikur se halla en el verde campo, Empieza ahora a caminar: “¡Sed rápidos en la cubierta del barco, Ya veo a la Larga Sierpe!” 41 Todos vieron a la Sierpe venir, Todos se sorprendieron de ella, De seda eran las velas, Y la proa de oro se recubría. 42 Se pusieron a avanzar Con espadas y lanzas, A los noruegos vieron en la Sierpe, Titubean en hacerle frente. 43 Ólavur les dice a sus hombres: “Caro me comprarán, Nunca he temido una batalla, Hoy no saldré corriendo.” 44 “Dirigid el barco a la batalla, Las velas a cubierta arriad, Se verá que los noruegos Saben bien las espadas usar.” 45 Úlvur el Rojo en la proa se halla, Buena era su naturaleza: “No avancéis más con la Sierpe, Que tiene más larga la proa.” 46 El rey se halla en el puente de proa, De escarlata iba él vestido: “Ahora veo que mi proel Está rojo y tiene miedo.” 47 “Kongur, tú sást meg aldri so ræddan, Eg tordi væl á at herja, Goym tú lyfting so væl í dag, Sum eg skal stavnin verja.” 48 Vreiður var tá kongurin, Úlvur til orða tekur: “Blíðka teg aftur, harri mín, Tí vreiði upp angur vekur!” 49 Ólavur stendur á bunkanum, Talar til sínar menn: “Hvør eigir hesi nógvu skip? Eg kenni tey ikki enn.” 50 Svaraði Torkil, kongins bróðir, Mælir av tungum inna: “Danumarks kongur og Svøríkis kongur Vilja tín deyða vinna.” 51 “Ræddir eru danskir menn Mót Normonnum at ganga, Betri var teimum heima at sitið Tann fuglaflokk at fanga.” 52 Betur kunna svenskir menn Teir offurbollar strúka Enn at nærkast okkum so, At blóðugt svørð skal rúka.” 53 Ólavur gekk í lyfting upp, Ræður hann upp at hyggja: “Hvør eigir hesi stóru skip, Við Ormins bakborð liggja?” 54 Svaraði Herningur, kongins svágur, Letur so orðini falla: “Tey eigir Eirikur Hákunsson, Hann ber ein yvir allar.” 47 “Rey, nunca me viste con tanto miedo, Me atrevía bien a combatir, Protege el puente de proa tan bien hoy Como yo la proa defenderé.” 48 Airado estaba el rey, Úlvur a decir empieza: “¡Cálmate de nuevo, mi señor, Pues la ira angustia despierta! 48 Ólavur se halla en la cubierta, Les dice a sus hombres: “¿Quién posee tantos barcos? No los conozco todavía.” 50 Respondió Torkil, hermano del rey, Habla con pesadumbre: “El rey de Dinamarca y el rey de Suecia Quieren tu muerte conquistar.” 51 “Miedo tienen los daneses De contra los noruegos ir, Mejor sería que en casa se quedaran Para bandadas de pájaros capturar.” 52 Mejor saben los suecos Sus cuencos sacrificiales acariciar Que acercarse a nosotros tanto Que las sangrientas espadas humeen.” 53 Ólavur subió al puente de proa, Decide hacia arriba mirar: “¿Quién posee estos grandes barcos Que a babor de la Sierpe están?” 54 Respondió Herningur, cuñado del rey, Deja estas palabras caer: “Los posee Eirikur, hijo de Hákun, Destaca él por encima de todos.” 55 Tí svaraði Ólavur kongur, Frá man frættast víða: “Skarpur verður Hildar leikur, Tá Normenn mót norskum stríða.” 56 Svøríkis kongur mót Ólavi legði Eina morguntíð, Tað var sum í bál at líta, Skeiðir dundu í. 57 Høgdu og stungu Noregs menn Bæði við svørði og spjóti, Títt so fullu teir svensku menn, Sum grasið fýkur av gróti. 58 Svøríkis kongur rópar hátt, Biður teir undan flýggja: “Eg havi mist mítt besta fólk, Tað voldi mær sorg at síggja.” 59 Danumarks kongur trokaði fram, Ætlaði sær at vinna, Normenn tóku mót honum fast, Teir donsku menn at tynna. 60 Roykur stóð til skýggja upp, Reytt var sund at síggja, So var sagt, at danskir menn Teir máttu undan flýggja. 61 Eirikur leggur mót Ormi fram Við bjørtum brandi í hendi: “Ikki skal Ólavur rósa av, At eg snart frá honum vendi.” 62 Løgdu teir knørr við knarrar borð, Hvørgin vildi flýggja: Høvur og kroppar í havið tumla, Øðiligt var at síggja. 55 A ello respondió el rey Ólavur, Se escuchará por doquier: “Duro será el juego de Hild8, Noruegos contra noruegos lucharán.” 56 El rey de Suecia contra Ólavur arremetió Una mañana, Era como una hoguera contemplar, Los barcos crujían. 57 Golpearon y pincharon los noruegos Con espadas y lanzas, Tan rápidamente caían los suecos Como la hierba brota de las piedras. 58 El rey de Suecia grita fuerte, Les ordena que huyan: “He perdido a mi mejor gente, Me causó pesar el verlo.” 59 El rey de Dinamarca avanzó, Tenía intención de vencer, Los noruegos lo recibieron con dureza, Los daneses empezaron a escasear. 60 El humo hasta las nubes subía, Rojo el estrecho se veía, Se dice que los daneses Tuvieron que huir. 61 Eirikur avanza hacia la Sierpe Con reluciente espada en la mano: “Ólavur no habrá de jactarse De que yo raudo de él me alejé.” 62 Juntaron nave con nave, Ninguno quería huir: Cabezas y cuerpos al mar se desploman, Horrible era de ver. 63. Einar stendur í krapparúmi Við Tambarboga, teir kalla, Hvørja ferð pílur av boga dreiv, Tá mátti ein maður falla. 64 Einar spenti Tambarboga, Pílurin streingin strongdi, Pílur fleyg yvir jallins høvur, Róðurknappin sprongdi. 65 Einar spenti á øðrum sinni, Ætlaði jall at fella, Pílur fleyg millum arms og síðu, Einki var jalli at bella. 66. Eirikur talar til Finn hin lítla: “Eg skal spyrja teg nakað, Hvør er hann, við skørpum skotum Ætlaði meg at raka?” 67 Til tað svaraði Finnur hin lítli, Blóðugar vóru hendur: “Tað er hasin stóri maður, Í krapparúmi stendur.” 68 Jallurin mælir á øðrum sinni: “Tað vil eg tær ráða, Skjót tú handa stóra mann, Nú stendur mítt lív í váða.” 69 “Manninum kann eg einki gera, Tí hann er ikki feigur, Bogastreingin stilli eg á, Tí maðurin eydnu eigir.” 70 Einar spenti triðja sinni, Ætlaði jall at raka, Tá brast strongur av stáli stinna, Í boganum tók at braka. 63 Einar permanece cerca de proa Con el arco al que Tambar llaman, Cada vez que flechas del arco lanzaba Debía un hombre caer. 64 Einar tensó el arco Tambar, La flecha de la cuerda tiraba, La flecha sobrevoló la cabeza del conde, La punta del timón estalló. 65 Einar lo tensó por segunda vez, Pretendía al conde hacer caer, La flecha voló entre brazo y costado, Nada al conde dañaba. 66 Eirikur le dice a Finnur el Pequeño: “Te preguntaré una cosa, ¿Quién es el que con certeros tiros Pretendía en mí atinar?” 67 A eso respondió Finnur el Pequeño, Ensangrentadas tenía las manos: “Es aquel hombre grande Que cerca de proa permanece.” 68 El conde dice por segunda vez: “Esto te quiero proponer, Dispara a ese hombre grande, Ahora está mi vida en peligro.” 69 “A ese hombre nada puedo hacerle, Pues no está sentenciado a morir, La cuerda del arco dejo tranquila, Pues ese hombre suerte posee.” 70 Einar lo tensó por tercera vez, Pretendía en el conde atinar, Rompióse la cuerda de fuerte acero, En el arco empezó a crujir. 71 Allir hoyrdu streingin springa, Kongurin seg forundrar: “Hvat er tað í mínum skipi, So ógvilga dundrar?” 72 Svaraði Einar Tambarskelvir, Kastar boga sín: “Nú brast Noregi úr tínum hondum, Kongurin, harri mín!” 73 “Í harrans hond mítt ríki stendur Og ikki í Tambarboga, Tak tær ein av mínum bogum, Vita, hvat teir duga!” 74 “Veikir eru kongins bogar!” Einar ræður at svara, “Eg skal taka upp skjøld og svørð, Høgg skal eg ikki spara.” 75. Enn stóð fólk í báðum stavnum, Man eg rætt um minnast, Syrgiligt var á miðjum skipi, Tí har tók fólk at tynnast. 76 Eirikur sprakk á Ormin upp, Væl bar brand í hendi, Herningur leyp úr lyfting niður, Aftur ímót honum vendi. 77 Bardust teir á miðjum skipi, Vil eg frá tí greiða, Øvugur mátti jallurin leypa Aftur á Jarnbard breiða. 78 Jallurin valdi sær reystar garpar, Fáir finnast slíkir, Snarliga aftur á Ormin sprakk, Tá mátti Herningur víkja. 71 Todos oyeron la cuerda estallar, El rey se asombra: “¿Qué es eso en mi barco Que tan horriblemente resuena?” 72 Respondió Einar el Temblor de Tambar, Arroja su arco: “¡Se ha deshecho Noruega en tus manos, Rey, mi señor!” 73 “En manos del señor mi reino se halla Y no en el arco de Tambar, ¡Coge uno de mis arcos Y verás para qué sirven!” 74 “¡Endebles son los arcos del rey!” Einar decide responder, “Cogeré escudo y espada, Golpes yo no escatimaré.” 75 Aún había gente en proa y popa, Perfectamente lo recuerdo, Penoso era en mitad del barco, Pues ahí empezó la gente a escasear. 76 Eirikur dio un brinco hacia la Sierpe, Bien portaba espada en mano, Herningur saltó del puente de proa, Contra él se dirigió. 77 Lucharon en mitad del barco, Lo quiero yo contar, De espaldas debió el conde saltar De nuevo sobre el amplio Jarnbardur. 78 El conde escogió bravos héroes, Pocos se encuentran iguales, Rápidamente de nuevo a la Sierpe saltó, Entonces debió Herningur ceder. 79 Úlvur reyði úr stavni loypur, Nú er stavnur eyður, So fleyt blóð á Orminum, At knørrurin sýndist reyður. 80 Hart stóð stríð á miðjum skipi, Svørð mót skjøldum gella, Úlvur og Einar, frægar kempur, Eiriks garpar fella. 81 Eirikur var á øðrum sinni Aftur á bunka rikin, Tá sá hann, at stavnurin Á Orminum var tikin. 82 Jallurin mannar seg triðju ferð: “Nú skal ikki dvína”, Tá fell Úlvur og Herningur Við øllum dreingjum sínum. 83 Kongurin rópar í lyftingini: “Nú er tap í hendi: Leypið í havið, mínir menn, Her verður ei góður endi!” 84 Kongurin leyp í havið út, Garpar eftir fylgdu, Kongins bróðir síðstur var, Teir gjørdu, sum kongurin vildi. 85 Eirikur fekk tá Ormin langa, Eingin annar kundi, Tók hann sjálvur róður í hond Og stýrdi honum frá sundi. 79 Úlvur el Rojo desde la proa salta, Ahora está la proa desierta, Flotaba tanta sangre en la Sierpe Que la nave parecía roja. 80 Dura fue la batalla en mitad del barco, Espadas contra escudos resuenan, Úlvur y Einar, célebres campeones, A los héroes de Eirikur hacen caer. 81 Eirikur fue por segunda vez De nuevo a cubierta arrojado, Entonces vio él que proa y popa De la Sierpe estaban tomadas. 82 El conde se incorpora por tercera vez: “Ahora no cejaré.” Entonces cayeron Úlvur y Herningur Con todos sus héroes. 83 El rey grita en el puente de proa: “Ya está la derrota a la mano: ¡Saltad al mar, mis hombres, Aquí no habrá un buen final!” 84 El rey se lanzó al mar, Los héroes le siguieron, El hermano del rey el último fue, Hicieron como el rey quería. 85 Eirikur obtuvo pues la Larga Sierpe, Ningún otro pudo, Cogió él mismo el timón con la mano Y la alejó del estrecho.

premium docs
Other docs by manuel velasco
Rebellion
Views: 0  |  Downloads: 0
Elizabeth Carmel: Autumn Colors
Views: 82  |  Downloads: 0
BERSERKER Y M�NNERB�NDE
Views: 253  |  Downloads: 0
Rebellion
Views: 0  |  Downloads: 0
Numancia
Views: 48  |  Downloads: 0
la perdida irreparable de los hijos
Views: 258  |  Downloads: 0
Gervasio Sánchez
Views: 224  |  Downloads: 1
Erik el Rojo- primer capitulo
Views: 1418  |  Downloads: 1
Storm Thorgerson
Views: 320  |  Downloads: 1
TRISTAN E ISOLDA
Views: 1523  |  Downloads: 16
NOMBRES VIKINGOS
Views: 6594  |  Downloads: 7
erikelrojo
Views: 561  |  Downloads: 0
cabezas
Views: 495  |  Downloads: 1
paganismo nordico
Views: 700  |  Downloads: 7
computus runicus
Views: 645  |  Downloads: 2